Tað var trýst á Manchester City undan heimadystinum móti Tottenham í gjár. Arsenal er lopið avstað í oddinum, og Manchester City skuldi vinna fyri at halda samband við oddasessin, eftir taptið móti Manchester United um vikuskiftið.
Manchester City vann eisini dystin 4-2, men tað var eftir at hava verið aftanfyri 2-0 í hálvleikinum. Tottenham hevur í ein mun havt takið á Manchester City seinnu árini, og tá farið var til hálvleiks sá út til, at Tottenham enn eina ferð fór at órógva Pep Guardiola og hansara menn.
Í seinna hálvleiki skoraði Manchester City tó fýra ferðir og vann dystin. Tað kom helst væl við, at Erling B. Haaland aftur kom á máltalvuna. Hann javnaði til 2-2. Riyad Mahrez skroaði tvey og heimsmeistarin, Julian Alvarez, eitt.
Eftir dystin var venjarin, Pep Guardiola, óður. Hann byrjaði við at siga, at Manchester City kann gloyma alt um at vinna Premier League. Hann lat illa at spælinum og viljanum at arbeiða í fyrra hálvleiki, og kláraði enntá at leggja eftir viðhaldsfólkunum, sum hann segði vóru ov kvirr í fyrra hálvleiki. Spurdur á tíðindafundinum hví hann segði slíkt, svaraði venjarin, at hann vil hava eina rekatión.
Manchester City er enn við í meistarastríðnum. Vinnur Manchester City um vikuskiftið á Wolverhampton, so er liðið bara tvey stig aftanfyri Arsenal, tá dysturin á Emirates leikvølliunum millum Arsenal og Manchester United byrjar.
1 | Arsenal | 18 | 15 | 2 | 1 | 42:14 | 47 |
2 | Manchester City | 19 | 13 | 3 | 3 | 50:20 | 42 |
3 | Manchester Utd | 19 | 12 | 3 | 4 | 30:22 | 39 |
4 | Newcastle | 19 | 10 | 8 | 1 | 33:11 | 38 |
5 | Tottenham | 20 | 10 | 3 | 7 | 39:31 | 33 |
6 | Fulham | 20 | 9 | 4 | 7 | 32:29 | 31 |
7 | Brighton | 18 | 9 | 3 | 6 | 35:25 | 30 |
8 | Brentford | 19 | 7 | 8 | 4 | 32:28 | 29 |
9 | Liverpool | 18 | 8 | 4 | 6 | 34:25 | 28 |
10 | Chelsea | 19 | 8 | 4 | 7 | 22:21 | 28 |
11 | Aston Villa | 19 | 7 | 4 | 8 | 22:27 | 25 |
12 | Crystal Palace | 19 | 6 | 5 | 8 | 18:27 | 23 |
13 | Nottingham F. | 19 | 5 | 5 | 9 | 15:34 | 20 |
14 | Leeds | 18 | 4 | 5 | 9 | 26:33 | 17 |
15 | Leicester | 19 | 5 | 2 | 12 | 26:33 | 17 |
16 | Wolves | 19 | 4 | 5 | 10 | 12:27 | 17 |
17 | Bournemouth | 19 | 4 | 4 | 11 | 18:41 | 16 |
18 | West Ham | 19 | 4 | 3 | 12 | 15:25 | 15 |
19 | Everton | 19 | 3 | 6 | 10 | 15:26 | 15 |
20 | Southampton | 19 | 4 | 3 | 12 | 17:34 | 15 |