Guardiola kann broyta enskan fótbólt

Fyrrverandi Barcelona stjørna væntar at Pep Guardiola fer at broyta enskan fótbólt

Manchester City hevur í summar fingið nýggjan venjara í spanska Pep Guardiola, sum seinastu árini hevur vant týska felagið, Bayern Munchen. Har hevur spanski venjarin verið við til at vunnið trý meistaraheitir.

 

Men tað var serliga í Barcelona at spanski Pep Guardiola fekk sítt gjøgnumbrot sum venjari.

 

Fyrrverandi Barcelona stjørnan, Xavi Hernandez, sigur í samrøðu við spanskar miðlar, at Pep Guardiola var við til at broyta FC Barcelona til tað betra í síni tíð sum venjari.

 

-       Eg minnist at tað fyrsta sum Guardiola kravdi av okkum sum Barcelona leikarar, var at vit skuldu arbeiða fyri hvørjum øðrum. Hann góðtók ikki at vit spældu sum 11 einstaklingar.

 

-       Høga pressspælið var ótrúligt, og hann fekk okkum at spæla ein modernaðan og kollveltandi form av fótbólti. Undir honum skrivaðu vit í Barcelona søgu. Ikki bert orsakað av úrslitunum, men eisini av mátanum sum vit spældu uppá. Fá ár seinni broyttu nærum øll feløgini eisini sínar spælistílir orsakað av tí, sigur Xavi Hernandez.

 

 

Xavi Hernandez sigur eisini at enda, at hann væntar at Pep Guardiola er ein av teimum fáu venjarunum sum kann broyta hugsanina hjá onglendarum um fótbólt. Hann væntar tí at spanski venjarin fer at vera kollveltandi í enskum fótbólti.