Guardiola í øðini inn á døming

Premier League: Siðiligi venjarin misti høvdið

Pep Guardiola var í øðini, eftir at Manchester City í gjár vann 2-1 á Burnley. Hann er óður um reyða kortið hjá Fernandinho, málið hjá Burnley og hóttir nú eisini við at gevast sum venjari.

 

Manchester City fekk longu aftaná ein hálvan tíma Fernandinho útvístan. Tað er triðju ferð upp á seks dystir, at verjukendi miðvallarin er útvístur. Fernandinho tveitti seg í eina takling mitt á vøllinum og fekk beinleiðis reytt kort.

 

Eftir dystin vildi ein speiskur Pep Guardiola ikki siga hvat hann helt um útvísingina, men segði eitt nú, at hann hevði sæð aðrar dystir og at hansara lið roynir at spæla bólt. Gjøgnum samrøðuna tóktist venjarin sjáldsama speiskur og niðurgerandi móti tíðindamanninum.

 

Á tíðindafundinum aftaná legði hann eisini eftir dómaranum, tí hann ikki bríkslaði fyri frísparki, tá Burnley minkaði um munin. Her helt Pep Guardiola fyri, at talan hevði verið um fríspark í øllum øðrum londum enn Onglandi.

 

Tað var Pep Guardiola, sum sjálvur keypti Claudio Bravo í málið hjá Manchester City, og útleigaði lokala og vældámda Joe Hart til Torino. Tað er ikki fallið í góða jørð, eftir nøkur misjøvn avrik frá Claudio Bravo í City málinum.

 

Til seinast, so skal Pep Guardiola hava sagt við NBC Sport, at hann umhugsar at gevast sum venjari, tá sáttmálin við Manchester City gongur út um trý ár. Um hetta hevur nakað samband við ringa nýggjárlagið hjá venjaranum er ikki greitt.

 

Manchester City er í løtuni nummar trý í Premier League, men Arsenal kann yvirhála teir við sigri í kvøld.

 

Premier League 20. umfar:

Í dag:

AFC Bournemouth - Arsenal

Crystal Palace - Swansea City

Stoke City - Watford

 

Í gjár:

Middlesbrough 0 - 0 Leicester City

Everton 3 - 0 Southampton

Manchester City 2 - 1 Burnley

Sunderland 2 - 2 Liverpool

West Bromwich Albion 3 - 1 Hull City

West Ham United 0 - 2 Manchester United

 

Í morgin:

Tottenham Hotspur - Chelsea

1

Chelsea

19

16

1

2

42

13

29

49

2

Liverpool

20

13

5

2

48

23

25

44

3

Manchester City

20

13

3

4

41

22

19

42

4

Arsenal

19

12

4

3

41

19

22

40

5

Tottenham Hotspur

19

11

6

2

37

14

23

39

6

Manchester United

20

11

6

3

31

19

12

39

7

Everton

20

8

6

6

28

23

5

30

8

West Bromwich Albion

20

8

5

7

28

24

4

29

9

AFC Bournemouth

19

7

3

9

26

31

-5

24

10

Southampton

20

6

6

8

19

25

-6

24

11

Burnley

20

7

2

11

22

31

-9

23

12

Watford

19

6

4

9

23

34

-11

22

13

West Ham United

20

6

4

10

23

35

-12

22

14

Leicester City

20

5

6

9

24

31

-7

21

15

Stoke City

19

5

6

8

22

32

-10

21

16

Middlesbrough

20

4

7

9

17

22

-5

19

17

Crystal Palace

19

4

4

11

29

35

-6

16

18

Sunderland

20

4

3

13

19

37

-18

15

19

Hull City

20

3

4

13

17

44

-27

13

20

Swansea City

19

3

3

13

21

44

-23

12