Tað kom ikki sum tann heilt stóra bumban tá Bayern Munchen venjarin, Pep Guardiola, stutt undan jólum boðaði frá, at hann í summar steðgar sum venjari í týska felagnum.
Pep Guardiola hevur leingi verið í kikaranum hjá fleiri Premier League feløgum, har serliga Manchester City hevur ætlað sær spanska venjaran.
Í dag viðurkennir Pep Guardiola eisini, at orsøkin til at hann steðgar sum venjari í Bayern Munchen, er tann, at hann komandi kappingarár skal venja felag í Premier League.
Hóast tað ikki er heilt greitt hvat felag talan er um, er Manchester City ein stórur favorittur at ogna sær spanska venjaran.
Tað er serliga tað, at teir báðir, Txiki Begiristain og Ferran Sorriano, sum Guardiola samstarvaði nógv við í Barcelona, árini 2008 til 2012, eru í starvi hjá enska felagnum.
Tað skal tó ikki útihýsast at hitt Manchester felagið, Manchester United, eisini kann vera upp á tal sum komandi arbeiðsgevari hjá Pep Guardiola.