Atletico Madrid mugu klára seg uttan verjukempuna Diego Godin, sum er skaddur, men gamli málrevurin, Fernando Torres, er klárur aftur, eftir at hann fekk reytt kort í fyrra dystinum móti Barcelona. Tað eru gleðilig tíðindi hjá Atleti-fjepparum, tí Fernando Torres hevur skorað fimm mál í seks dystum í Champions League.
Hjá Bayern München er Arjen Robben enn skaddur, men Jerome Boateng, sum hevur verið skaddur í tríggjar mánaðir, er við í hópinum á veg til Spania.
Í heimligu kappingunum gongur væl, serliga hjá týska risanum, sum nú einans er ein sigur frá at tryggja sær fjórða týska meistaraheitið á rað. Atletico Madrid er í einum hørðum stríði í Spania, ájavnir í stigum við Barcelona og eitt stig framman fyri grannarnar Real Madrid.
Hetta er aðru ferð í trý ár, at Atletico Madrid spæla semifinalu í Champions League, eitt greitt tekin um, at felagið er við at gerast støðugt í toppinum av evropiskum fótbólti. Tí sigur venjarin hjá Bayern München, Pep Guardiola, sum áður var venjari hjá Barcelona, at spanska felagið er minst líka sterkt sum tey bæði kendaru sponsku feløgini.
- Atletico hava eitt stórt hjarta og ein sera góðan hugburð. Tað er eitt topp, topp felag og eitt sera vandamikið mótstøðulið. Eg veit júst hvussu serligt liðið er og við hvussu stórum áræði, tað spælir, sigur Pep Guardiola.
Feløgini hava spælt hvør móti øðrum fyrr, í finaluni í evropisku steypakappingini í 1974. Bayern München vann ta ferðina, fyrsti sigurin í eini evropiskari kapping. Teir vunnu eisini tey bæði næstu árini og nú roynir Pep Guardiola at vinna sætta evropiska meistaraheitið hjá týska stórfelagnum.
Atletico hava ongantíð vunnið og hava einans eina ferð verið aftur í finaluni, í 2014, tá teir taptu móti Real Madrid, hóast teir førdu 1-0, tá 90 minuttir vóru spældir.
Diego Simeone, venjari hjá Atletico Madrid, setir sum vera man sítt álit á sína sterku verju. Einans fimm mál eru farin ígøgnum hjá Atletico Madrid í Champions League hetta kappingarárið, og í fjórðingsfinaluni móti Barcelona eydnaðist tað felagnum at steðga MSN-trioini í seinna dystinum.
- Eg vænti ein harðan dyst móti einum mótstøðuliðið við stórum áleypandi evnum, móti einum venjara, sum broytir liðið frá dysti til dyst, sigur Diego Simeone.
- Í kríggi er tað tó ikki síðan við flest stríðsmonnum sum vinnur, men hon, ið nýtir sínar stríðsmenn betri, sigur hann.
Dysturin byrjar klokkan 19.45 og sæst á TV3+.