Guardiola aftur á Camp Nou

Champions League: Bayern er uttan fleiri av lyklaspælarunum, meðan tey í Barcelona gleða seg at síggja Guardiola aftur

Í kvøld verður fyrra hálvfinalan í Champions League millum Barcelona og Bayern Munchen. Hetta er somuleiðis fyrstu ferð, at fyrrverandi venjarin hjá Barcelona, Pep Guardiola, er aftur á Camp Nou. Hann vann ikki færri enn 14 gullheiðursmerki sum venjari hjá Barcelona frá 2008 til 2012.

 

Les eisini: Juventus kós móti finaluni

 

Í Barcelona gleða tey seg, at síggja Pep Guardiola aftur, men gestablídni røkkur ikki inn um hvítu strikurnar á heimskenda leikvøllinum í Barcelona.

 

-       Guardiola er ein vinur og tað er stuttligt at síggja hann aftur. Tó er hetta ein dystur, sum er størri enn nakar einstakur persónur. Tað vita spælararnir hjá mær eisini, sigur Luis Enrique, núvernandi venjari hjá Barcelona.

 

Fyri bara tveimum árum síðani vann Bayern Munchen heili 7-0 samanlagt á Barcelona í hálvfinaluni í somu kapping. Síðani hevur Barcelona bygt upp á nýggjum við Luis Enrique sum venjara. So væl, at veddingarfyritøkurnar hava Barcelona sum favoritt í kvøld.

 

Liðtíðindi

Ein av orsøkinum til, at Barcelona er favorittur í kvøld er, at Bayern Munchen er uttan lyklaspælarar sum Arjen Robben, Franck Ribery, Holger Badestuber og David Alaba. Eisini toppskjúttin, Robert Lewandowski, er eitt sindur ivasamur. Hann hevur skadd sær kjálkabeini og nøsina, men spælir helst við verjumasku á.

 

Fyri Barcelona er bara miðverjin Jeremy Mathieu uttanfyri. Hann hann trupulleikar við hælsinuni. Annars eru allir mans tøkir. Tí verður mett, at Lionel Messi, Luis Suarez og Neymar allir byrja inni.

 

Dysturin millum Barcelona og Bayern Munchen byrjar klokkan 19.45.