Fjallamálið frá hesari løtu doyði burtur fyri milliónum av árum síðani, men í Kringvarpinum livir hetta ralandi ljóð enn. Tá ið tú tendrar fyri útvarpinum á morgni at lurta eftir morgunlestrinum, fært tú eina trummu og ein feitan bass í heysin. Al oftast er tað soleiðis, men treyðugt so, onkuntíð stingur seg upp eitt hóvligt lag, sum spekir sinnið. Tá kennir tú á tær eina friðarliga gongd, sum nertir við hugsanna um eina kyrru, sum stendur fyri – upp undir eina løtu, sum átti at verið ein lestur, andakt (meditatión) fyri alra føroyinga.
Skjaldur
Tað hevur mangan verið víst á, at hóvlig løg spekja sinnið . Tey eldru minnast væl hugtakið at sita skýming. Dagsins verk var komið enda. Nú var dagsetur. Myrkrið setti seg í húsaveggir, fjallagreinir og undir bitarnar. Nú skuldi sálin hava eina hvíld. Onkur tók eitt barn á knøini - knuggaði tí , murraði og sang kanska eitt skjaldur . Eitt slíkt lag er eitt fimmtónalag(pentatoniskt), sum kyrrar barnasinnið. Barnið kom í hvíld, áðrenn tað fór niður ( áðrenn tað fór til songar). Hetta var ein meditatión, sum meg minnist frá mínum barnaárum .
Kvirran
Tað tykist mær, at vit eru so rædd fyri kvirruni og gerast bangin, tá ið friðurin fellur á okkum. Útvarpsfólkini skrála og rópa í útvarpinum, tá ið t. d. fótbólturin er á skránni, og so kemur tann buldrandi trumman sum ein hvirluvindur aftaná. Eg ivist onga løtu í, at fólk halda hetta vera í lagi, men í mínari verð hoyrir hetta skról ikki heima í einum “Public Service” hugtaki. Tað ringasta av øllum, hetta skerandi róp er í tí rungandi trummuni og tí tunga bassinum upp undir ein lestur. Well, tú kanst sløkkja fyri lurtinum, sum mong fólk eisini gera. Tað finnast so mong hóvlig løg í ymsum líki, sum nýtt kundu verið bæði fyri og aftan á morgunlesturin. Hetta spekir sinnið, og tað sømir seg fyri fólk og stovn, sum goyma at einum mentanaráki, at tey tóku friðin til sín....... og ikki buldur og brak.
Sálmasangurin
Haldi eisini, at sálmsangurin kundi verið betri. Sálmarnir eru góðir, men tað hevði heldur ikki verið av leið, at onkrir teirra vórðu latnir í nýggj løg. Lestrarnir eru í lagi. Hvi ikki gera nýggjar upptøkur við fólki, ið hava ein ávísan ljóm í røddini, sum kundi lyft sálmin upp hagar, har hann eigur at verða?
Nei, kanska var tað so, at Guð spældi upp á ein “feitan” bass og Jesuspápi upp á trummur.