Guðstænasta í einum fjósi

og kirkja í einum hoyggjhúsi

Aftur í ár verður møguleiki at koma til guðstænastu og í kirkju á G!Festivalinum


Leygarmorgunuin, klokkan 11 verður festivalguðstænasta. Guðstænastan verður í Fjósinum, mitt í Syðrugøtu. Í ár er tað Inga Poulsen Dam, prestur, sum prædikar. Petra Iversen syngur Kingo og Dass og kórið Eystanljóð framførir. Øll eru vælkomin - eisini tey, ið ikki hava festivalarmband.


Eftir guðstænastuna verður boðið til kirkjukaffi í ’Hoyggjhúskirkjuni’, sum undanfarin ár hevur verið karmur um vælvitjaðu festivalkirkjuna.