Guðrun vendur aftur í Látrið

Tórshavnar kommuna hevur sett Guðrun Sundar Hansen í dagstovnaleiðarastarvið á Látrinum í Nólsoy, boðar kommunan frá. Hon hevur áður verið dagstovnaleiðari á Látrinum, men seinastu tíðina hevur Jensa Højgaard verið leiðari.

 

Guðrun Sundar Hansen byrjaði partstíð í starvinum 1. oktobur 2017 og byrjar fulla tíð frá 1. november at rokna.