Hetta er ein sera týðandi hitlisti í danska tónleikaheiminum, og tað hevur nógv at siga fyri tónleikarar at koma á hendan listan.
Listin er við 20 sangum, men harafturat ger P3 eisini upp, hvørjir sangir eru á veg inn á listan og liggja beint uttanfyri.
Hesa vikuna er sangurin »Call for You« hjá Guðrun Sólju Jacobsen ein av hesum sangum, og sambært P3 er sangurin bara trý pláss uttanfyri sjálvan listan. Júst hesin sangurin er ein av teimum nýggju sangunum á fløguni hjá Guðrun, har hon annars tulkar nógvar kendar sangir hjá øðrum sangarum og bólkum.
Nýggja fløgan hjá Guðrun Sólju Jacobsen hevur nú verið úti í góðar tvær vikur, og í donskum sjónvarpi síggjast lýsingar fyri útgávuna samstundis sum Guðrun er ein av teimum kendu andlitunum í sangkappingini Stjørna í eitt kvøld.