Guðrun skjótt á fløgu

Fløgan við Guðruni S. Jacobsen, sum kemur í kjalarvørrinum av Stjerne for en aften, kemur á marknaðin 11. august og longu nú ger hon sjónbandaupptøkur til lýsingar og annað

Tá Guðrun S. Jacobsen gjørdist stjørna í nógv  meira enn eitt kvøld, fylgdi eisini plátusáttmáli við. Komið er nærum á mál við fremleiðsluni.
Í farnu viku sást sjáldsom sjón vesturi á Eiðinum í Vági. Stórt filmslið frá felagnum Universal tók upp og mitt í rúgvuni av fólki sást ein í hvítum. Tað var Guðrun. Tey tóku upp til sjónband og lýsingar í samband við fløguna, sum kemur á marknaðin tann 11. august í ár. Longu nú hevur onkur hoyriroynd verið at hoyra í loftmiðlium í Danmark.Guðrun hevur úr at gera við framførslum og tað verður neyvan minni, nú fløgan eisini skal marknaðarførast.