Guðrun Sólja á pall í kvøld

Í kvøld fær Seglloftið forkunnuga vitjan av Guðruni Sólju Jacobsen. Á Seglloftinum gleða tey seg um vitjanina av Guðruni og tey siga soleiðis: Guðrun hevur eina fantastiska rødd, sum á sinni vann henni fyrsta plássið í stóru donsku kappingini ?Stjerne for en aften?. Við sær hevur hon Neil Joensen á guitar, Dagfinn Olsen á bass og ?Rulio? á trummum. Harvið verður eitt hóskandi punktum sett á ein øgiligan endaspurt á havnarlagnum á Tvøroyri seinastu tíðina, ið veruliga hevur verið á tremur við tónlistarligum tilboðum. Konsertin á Tvøroyri í kvøld byrjar klokkan 20:00.