Guðrun Sólja konsert á Seglloftinum

Sunnukvøldið 3. januar hevði Guðrun S. Jacobsen konsert á Seglloftinum, har hon prógvaði, at hon enn syngur líka væl, sum áður. Á skránni hevði Guðrun sangir, ið henni dámar, bæði friðarligar sangir, og sangir, ið hava meira tempo.

Við sær hevði hon Neil Joensen á guitar, Rúni ?Rulio? Højgaard á trummur og Dagfinn Olsen á bass. Konsertin eydnaðist væl; væl upplagdir áhoyrarar, gott ljóð og góð framførsla.

Guðrun hevur verið heima í jólafrí, og er farin aftur til Danmarkar, har hon er lesandi og m.a. gongur til ræddarvenjing og tekur sanglæraraútbúgving.