Guðrun Sólja í Hellig Kors Kirke

Guðrun Sólja Jacobsen fer at syngja í Hellig Kors Kirke á Nørrebrúgv í Keypmannahavn síðst í apríl. Guðrun Sólja er á palli við jøvnum millumbilum, umframt at hon tekur útbúgving innan sang.

Tann 29. apríl fer hon at syngja í Hellig Kors Kirke á Nørrebrúgv í Keypmannahavn. Kirkjan hevur javnan tiltøk av ymsum slag. Tann 29. apríl er tað so Guðrun Sólja, sum á sinni vann Stjerne For En Aften hjá Danmarks Radio, ið fer at syngja.

Hellig Kors Kirke er á Kapelvej, Nørrebrúgv, og tiltakið byrjar klokkan 21:00.