Nógvur tónleikur er á jóansøku. Jóansøkufestivalur og dansitiltøk og Guðrun Sólja er nú eisini komin á skránna Jóansøkufestivalurin hevur, umframt sjálvan festivalin, eisini jamkvøld í klubbanum leygarkvøldið, umframt at Terji umdirheldur á Pubbini.
Revival spæla til dans á jóansøku í høllini og tað gera Hans Jacob og Vinmenn eisini í TB húsinum leygarkvøldið.
Fleiri onnur tónleikatiltøk eru, bæði størri og smærri, og ein forvitnislig broyting í skránni er, at Guðrun Sólja er komin á breddan. Kristel Lisberg skuldu syngja til fernisering í Gallarí Oynni, men hetta lá ikki fyri, og ístaðin er Guðrun Sólja komin úr Danmark og Guðrun Sólja og guitarleikari hennara, Henrik (vanliga nevndur Hylle) fer at spæla undir.










