stjørna
Fór inn at lurta eftir frumframførsluni beint undan sjálvari kappingi, og her var eingin ivi um, at dugur var í sangarunum. Fyrst var turkiska gentan, sum kom væl frá einum latínolagið, og hon er eins kend í Turkalandi, sum Guðrun er í Føroyum. Ein turkiskur fjølmiðlamaður, sum arbeiðir fyri turkiskar miðlar, millum hesar turkiska CNN, var og sendi til Turkalands um hana. Íslenskt ættaði Tómas hevði eina vakra balladu og Jacob, sum Guðrun dystaðist ímóti tá hon vann stjørnukappingina, sang eina kanónútgávu av Hey Jude. Gentan áðrenn royndi seg við einum vøkrum jazzlagið, men so kom Guðrun við Run to You í einari bergtakandi útgávu. Seinast var tað dreymurin um ein betri heim við Imagine, nú var tað kærleiksballadan Run to You, sum Whitney Houston sang í filminum ?The Bodyguard?. Tað skal ikki lítið dirvi til at syngja ein Whitney sang, men eingin ivi var um, at Guðrun megnar hetta við síni einastandandi rødd. Enn einarferð bergtók hon. Aftaná kom Jan og koyrdi eitt show við Summer of 69 hjá Bryan Adams. Í mínum heimi var eingin ivi. Guðrun livir seg inn í sangin, so tú merkir at hon syngur. Samstundis kínur hon orðunum, so tú fært eina kenslu av, at hon lesur eina vakra kærleiksyrking við einastandandi tónum, og eg má siga tað aftur; røddin hjá Guðruni ber so ótrúliga nógv. At hon ofta fær at vita, at hon eigur at framføra meiri og vera minni smæðin, er bara so. Fyri meg er hetta eitt sindur einfalt, eg lurti eftir tónleiki, hyggi ikki at honum. Men kanska er nakað um, at hon í hesi verð, har marknaðarføringin hevur ótrúliga stóra ávirkan, kundi gjørt ymiskt øðrvísi. Men eg má siga, sum eg havi víst á áður, at hon hevur bæði beinini á jørðini og heldur fast um seg sjálva. Tí Guðrun er Guðrun, og hon kann bera so nógv bert við røddini.
Turkar fylgja við
Eftir frumframførsluna, og meðan bíðað var eftir tí veruligu sendingini, setti eg meg at práta við turkiska fjølmiðlamannin. Hann greiddi frá,at turkar elska tá landsmenn og kvinnur ella eftirkomarar teirra klára seg væl í útlondum, og vit komu ásamt um, at turkiska gentan er turkiska ?Guðrun?. Men um turkarnir heima eisini kundu atkvøða, veit eg ikki.
Tekur tað róligt
Síðani seinasta umfar hevur Guðrun givið út eina fløgu , har m.a. Imagine og nú kenda vøgguvísan hjá ommuni eru á. Persónliga dámar mær væl fløguna, har rødd hennara kemur til sín rætt. Hendan hevur tó ikki selt eins væl og fyrsta fløgan men Guðrun tekur tað heilt róligt. Seinasta fløgan seldi jú 20.000 eintøk, sum góvu henni eina gullplátu. Tað er ikki lætt at endurtaka slíkt bragd.. Munur er eisini á, tí flestu løgini áður eru útgivin av øðrum listafólkum, og tað dáma kritikarum ikki altíð so væl.
Inni aftur í studio 12 har framførslurnar vóru. Áskoðararnir vóru í sera góðum lag, og allir luttakararnir framførdu væl, og sum kunnugt gjørdist Guðrun ein av vinnarunum. Hennara sangur var bara meiri krevjandi, og hon kíndi hyggjarunum at velja seg víðari. Í salinum tóktist eingin ivi vera um úrslitið hjá Guðruni, tó uttan tá at hava frætt nakað um atkvøðubýtið.
Útum komin aftaná at hava hoyrt úrslitið, heilsaði eg uppá vónsvikna turkiska tíðindamannin, og skilti á honum, at hann gekk eins høgt uppí at turkiska gentan skuldi í finaluna, sum vit føroyingar vilja hava Gurðuna.
Guðrun var fegin um at vera komin í finaluna og tóktist hon hava kenslu av, at nú var trýstið á hana ikki so stórt longur. Hon er sum fyrrverðandi vinnari komin í kappingina, og so eisini í finaluna. Guðrun tykist nú meiri avgjørd, tí fløgan er aftaná drúgva bíðitíð komin á marknaðin, og um eina viku er hon til reiðar at fara aftur at hava konsertir uttan at hugsa um hesa kapping. Tað at Guðrun er komin í finaluna, eigur sum so at vera nøktandi, hóast hon heilt vist vil gerast vinnari
Góður stuðul
Men Guðrun er ikki bara Guðrun. Hon hevur hollan stuðul frá familjuni, og
henda dagin vóru bæði mamman og pápin til staðar, umframt onnur av nærmastu familjuni. Eins og Guðrun hevur ein serligan status sum føroyingur í donskum showbiz, verður eisini lagt til merkis foreldur hennara. T.d. tá myndir verða tiknar av Guðruni saman við foreldrunum, steðga fólk á og hyggja, og taka eisni sjálvi myndir. . Mamma og pápi Guðrunar taka tó alt hóvastákið róligt. Hon er enn lítla dótturin, sum bara dugur so óføra væl at syngja, og tey fegnast um hennara menning, bæði á tónleikaligu yrkisleiðini, og tí persónligu. Mamman sigur, at sum mammur flest vildi hon helst havt Gurðuna heima hjá sær á Tvøroyri, m.a. tí man frættir so nógv um undirhaldsverðina. Men hvørja fer mamman er í Danmark, sær hon at Guðrun hevur gott fólk uttan um seg, og at har ikki er nógv at óttast. Tá eg hevði prátað eina løtu við foreldur hennara, sást væl hví Guðrun er so rólig og jarðbundin. Hon hevur hollan stuðul heiman frá foreldrunum og frá beiggjanum, sum eisini eru so óføra errin av henni..
Tað var í tí sonevnda ?afterparty?, at eg prátaði við foreldrini og nú skuldi Guðrun aftur at syngja Run to You. Loksins kom hon stetlandi yvir til okkara og lat seg úr hesum trongu stylvnum, sum høvdu pínt hana alt kvøldið, bert tí hon í sjónvarpinum skuldi tykjast eiggiligari, harðari, ?frekari? ella eitthvørt annað. Endiliga suffaði hon, og stóð har berføtt og smílandi. Vit mugu bert staðfesta, at tað ber ikki til bæði at verða jarðbundin og at ganga í trongum háhælaðum stylvum. Eg veit ikki um hon nakrantíð hevur runnið á vøllinum fyri TB, men hetta kvøldi legði hon styvlarnar á hillina og sannast má, at Guðrun ikki er tann sum gongur í trongum skóm.