Guðrun og Jacob skriva autografar í SMS

Mánadagin 12. mei kl. 17.00 fara tey bæði Guðrun Sólja Jacobsen og Jacob
Andersen at skriva autografar á Torginum í SMS

Á stóru móttøkuni av Guðruni Sólju í SMS sunnudagin eftir stóra finalusigurin í Forum, lovaði SMS at gera alt fyri, at tey mongu, sum ikki fingu autograf frá henni tann dagin, skuldu fáa møguleikan eina aðru ferð. Og teir halda orð, tí tað er nevnliga eydnast at fáa Guðruna Sólju og Jacob Andersen at koma í SMS at skriva autografar. Mánadagin 11. mei kl. 17.00 fara tey at skriva autografar á Torginum.
Tað hevur eydnast SMS at fáa fatur á teimum báðum, tí tey halda konsertir í Føroyum í vikuskiftinum. Tá verða tríggjar stórar konsertir við teimum báðum, Guðruni Sólju og Jacob, umframt Martin Pedersen, sum eisini sang í finaluni. Jacob var tann, sum gav Guðruni skarpast gang, og fekk hann 24% av samlaðu atkvøðunum finalukvøldið, meðan Guðrun fekk 31%. Jacob sang kenda Beatles lagið "With a little help from my friends". "Martin, sum sang "Feel" hjá Robbie Williams" endaði ikki millum trý tey bestu. Á konsertunum, sum verða í Mentanarhúsinum í Fuglafirði leygarkvøldið 10. og Norðulandahúsinum sunnudagin 11. mei, fara tey trý at syngja løgini, sum tey hava sungið í kappingini. Umframt hesi, fara tey eisini at syngja aðrar sangir. Fyrireikarnir siga, at konsertirnar fara at vara umleið hálvanannan tíma hvør. Og eftirspurningurin eftir atgongumerkjum hevur verið stórur.
Lítla løtu eftir at forsølan byrjaði til tí fyrru konsertin í Norðurlandahúsinum sunnudagin kl. 20.00, var útselt. Tí verður eykakonsert kl. 22.00. Konsertin í Fuglafirði verður leygardagin er kl. 23.00. Á Torginum í SMS mánadagin 12. mei kl. 17.00