Politikken hevði sunnudagin sett tíggju síður av til mótavikuna í Keypmannahavn, og av hesum fekk Guðrun og Guðrun tríggjar heilar síður umframt eina stóra forsíðumynd.
Greinin er tvíbýtt við einari rósandi lýsing av stóru altjóða mótaframsýningini har danskar stjørnur og altjóða mótaserfrøðingar vóru bjóða við og ein hugnalig mynd av einari føroyskari bindikonu hjá Guðrun og Guðrun.
Blaðkvinnan hjá Politiken, Louise Gade, hugleiðir um mótsetningin ímillum siðbundnu føroysku bindingina og døggfríska mótarákið.
- Hvad, hun er i færd med at kreere med sine aldrende hænder, bliver til noget af det mest fashionable tekstil på catwalken í øjeblikket.
Bindikonan greiðir frá, at hon hevur bundið síðani hon var fýra ára gomul, og at myrki føroyski veturin er góður at binda í.
Túrurin til Føroya er øðrvísi enn aðrar mótasýningar, og blaðkvinnan er hugtikin av føroyska umhvørvinum. Altjóða mótamiðlarnir og donsku stjørnurnar eru, sambært blaðkvinnuni »henrykte« - bæði um matin í Müllers Pakkhúsið, busstúrin aftur og fram og framsýningina í hangarinum. Føroyska umhvørvið fær hesi orð:
- En heftig og netop oversået haglbyge har fået tagene på byens huse til at ligne hvidglaserede konditorkager, og den hvide idyl forstærkes, mens vi passerer imponerende bjerge med sneklædte tinder og bittesmå vandløb, størknet som krummelurer.