Guðrun og Guðrun slóðbrótandi mótashow

Guðrun og Guðrun hava fleiri ferðir prógvað, at tað ómøguliga letur seg gera. Og nú gera tær tað aftur. Mánadagin 04. februar fara tær at skipa fyri einum altjóða mótashowið –í Vágoynni. Leiguflogfør fáa 150 fremmandar og fínar gestir til Føroya, mótasýning verður hildin í hangarinum á flogvøllinum, tey sleppa ein biltúr til Havnar, og síðani verða gestirnir sendir av landinum aftur við leiguflogfari

Mótashow: Eitt altjóða mótashow í hangarinum á flogvøllinum vesturi í Vágum. Fyri tey flestu man tað ljóða sum ein ómøguligur og órealistiskur ynskidreymur. Men Guðrun og Guðrun hava arbeitt við júst hesi ætlan í eitt knapt ár, og mánadagin verður tað veruleiki. Ístaðin fyri at flyta sínar vørur út um landoddarnar, flyta tær í staðin altjóða tíðindafólk, keyparar og ymisk kend fólk til Føroya.

 

Vilja náa toppinum

Guðrun Rógvadóttir tekur sær av samskiftinum við miðlarnar, og hon segði við Sosialin og Rás2 í morgun, at tíðin nú er búgvin at taka dystin upp við tey stóru merkini, sum tær kappast við.

- Vit hava leigað eitt flogfar við útlendskum gestum. Her er talan um útlendsk tíðindafólk, nøkur kend fólk og keyparar. Vit tosa faktiskt um eina relansering av Guðrun og Guðrun, greiðir Guðrun Rógvadóttir frá.

Hon sigur, at G&G hava verið á marknaðinum í eini 5-6 ár nú, og hava verið taldar ímillum tey smáu merkini. Men nú vilja tær verða tiknar í álvara, og tí eru tær noyddar at lyfta seg upp á tað støðið, sum hini sniðgevaravirkini hava. Tær hava fingið íleggjarar í felagið, og tað hevur latið upp fyri nøkrum møguleikum, sum tær ikki høvdu áðrenn. Men tað krevur eisini nakað meiri av teimum.

 

 

Væl hildið loyndarmál

Spurd, hvussu eitt lítið felag sum Guðrun og Guðrun kann fáa eitt so stórt og slóðbrótandi tiltak upp á beinini, svarar Guðrun Rógvadóttir, at tær báðar Guðrun’ar hava arbeitt leingi og málrættað við hesum.

-Tað, sum vit ikki hava mett okkum klára sjálvar, hava vit keypt okkum til. Vit hava nýtt professionell fólk. Harumframt hava vit fingið stuðul og góða hjálp frá ymsum fólkum og fyritøkum. Til at fáa tað allarseinasta uppá pláss, hava vit nú eisini fingið Samvit upp í leikin.

Men hvussu letur tað seg gera, í Føroyum, at hava eitt so stórt og umfatandi tiltak loyniligt í so langa tíð?

-Vit hava fyrireikað hetta tiltakið í eitt ár. Høvdu vit tosað um tað allatíðina, var glansurin líkasum farin av tí, tá tað endiliga skuldi fara av bakkastokki. Tí var tað týdningarmikið fyri okkum, at hetta ikki skuldi koma út, fyrr enn vit lótu tað. Og tað hevur ikki verið nakar trupulleiki, hóast so nógv fólk hava verið við í fyrireikingunum, tí vit hava arbeitt við professionellum fólkum, sum øll hava havt áhuga í, at hetta skuldi eydnast væl, sigur hon.

 

Dent á røturnar

Seinni í komandi viku verður ein stór mótamessa hildin í Keypmannahavn, og ætlanin hjá G&G er, at tiltakið í Føroyum skal vera startskotið til hesa messuna, sum tær eisini luttaka á.

-Tað lættasta hevði helst verið, um vit bara luttóku á messuni, eins og øll hini gera. Men tá høvdu vit bert verið enn eitt merkið í allari rúgvuni, og vit høvdu ikki verið nakað serstakt sum so, greiðir Guðrun Rógvadóttir frá.

Men Guðrun og Guðrun er ikki bara eitt danskt merki, og tað hava tær altíð lagt alstóran dent á.

- Vit eru úr Føroyum, og íblásturin kemur úr Føroyum. Tað ger okkum til nakað serstakt. Og hvat betri kunnu vit gera, enn at vísa øllum hvaðani vit eru? Tað fer sjálvandi eisini at hava við sær, at vit, tá messan verður hildin, ikki eru sum hini. Vit hava júst gjørt okkara fyrstu mannfólka-kollektión, sum verður víst á messuni í Keypmannahavn. Og við tiltakinum í Føroyum, fara vit at vera tær, sum júst hava hildið eitt spennandi og øðrvísi altjóð tiltak í heimlandinum, so vónandi fer tað at seta eyka fokus á okkum, ístaðin fyri, at vit bert eru mótashow nr. 27 á mótamessuni, vísir Guðrun á.

Hon sigur eisini, at reaktiónirnar, sum hon hevur fingið frá teimum innbodnu, hava verið sera positivar.

-Tey flestu eru rættiliga stressað í hesum døgum, bæði fjølmiðlafólk og keyparar, tí stóra mótamessan í Keypmannahavn krevur nógva fyrireiking. Men tey hava tó tikið ein heilan dag úr kalendaranum, fyri at koma til Føroya, tí tey hildu hetta vera so áhugavert. Tað prógvar, at tað loysir seg at gera nakað øðrvísi, vísir Guðrun Rógvadóttir á.

 

-------------------------------------------------------------------------------------------------------

Tað almenna stuðlar ikki

 

Hóast hetta er eitt sera slóbrótandi tiltak, sum setir Føroyar í fokus, so hava Guðrun og Guðrun ikki fingið nakran almennan stuðul. Orsøkin er, at tað almenna stuðlar bert tiltøkum, sum verða hildin uttanlands. – Hesar reglurnar eru jú heilt burturvið, sigur Guðrun Rógvadóttir

 

Mótashow

Eydna Skaale

eydna@sosialurin.fo

 

Tær leiga eitt flogfar, fult av gestum úr Danmark og niðuraftur. Tær hava fingið hendur á hangarinum. Tær leiga bussar at koyra fremmandu gestirnar til Havnar. Tær hava eina reseptión fyri útlendsku gestunum í Mullers Pakkhúsi. Tær bjóða mat og drekka. Og tær hava leigað Teit Lassen at spæla fyri gestunum. Tað sigur seg sjálvt, at hetta er ikki eitt bíligt tiltak.

Hvussu kann eitt lítið felag sum Guðrun og Guðrun hava ráð til eitt so ógvusligt marknaðarføringstiltak?

-Vit hava fingið samstarv við fimm virki, sum eru við sum fíggjarligur stuðlar. Annars hevði tað ikki latið seg gera! Men vit hava ongan almennan stuðul fingið, hóast vit hava roynt, tí reglurnar eru ov stirvnar, greiðir Guðrun frá.

Hon sipar til, at almennur stuðul verður bert latin, um skipað verður fyri tiltøkum, sum verða hildin uttanlands. Verða tiltøkini hildin í Føroyum, verður eingin stuðul latin.

- Her haldi eg altso, at reglurnar eru ov stirvnar. Tað er jú hol í høvdið, at tá vit ætla at bróta upp úr nýggjum, og flyta umheimin til Føroya, so vit kunnu vísa øllum hvaðani vit eru, og hvaðani íblásturin kemur frá, so fáa vit ongan stuðul. Tí lógin forbjóðar tí. Men høvdu vit tikið okkara kollektión til Danmarkar, og gjørt eitt tiltak har, so hevði ikki verið nakað í vegin fyri at fingið stuðul. Hetta er ein trupulleiki, staðfestir Guðrun Rógvadóttir.

 

 

 

Rás2 og Portalurin verða við

 

Mótashow

Eydna Skaale

eydna@sosialurin.fo

 

Mótashowið hjá Guðrun&Guðrun vesturi á flogvøllinum verður bert fyri innbodnum. 150 útlendskir gestir og 350 føroyskir gestir eru bodnir til tiltakið. Men um tit kundu hugsað tykkum at fylgt við í, hvat fer fram mánadagin, so er bara at seta á Rás2, sum fer at senda beinleiðis frá tiltakinum. Harafturat verða fólk frá Portalinum við allan dagin, og myndir verða lagdar út leypandi ígjøgnum alt tiltakið.