Guðrun og Bartal í Perluni

Guðrun & Bartal góvu út nýggja fløgu tann 5. apríl í ár, ið kallast "Vónin er", og í tí sambandi verður útgávukonsert í Perluni í Havn leygarkvøldið tann 27. apríl kl. 20.00.

 

Guðrun & Bartal møta upp við sera góðum tónleikarum aftrat sær, og tey eru:

 

Benjamin Petersen, Mikael Blak, Petur Háberg, Per I. Højgaard Petersen, Unn Patursson, Jákup Zachariassen, Pætur á Borg og Bogi á Borg.

 

Finnur Koba byrjar konsertina við nøkrum løgum.