Ein stórhending í føroyskari tónleikasøgu. Soleiðis kann nýggjasta útgávan hjá einum føroyskum tónleikanavni lýsast.
Talan er um útgávuna hjá tvøroyrargentuni Guðruni Sólju Jacobsen, nevnd Quiet Storm, ið kom á gøtuna mánadagin.
? Eg eri sera væl nøgd við fløguna, nú hon er liðug framleidd. Hetta er mín fyrsta útgáva, og tí er tað sjálvandi nakað heilt serligt, sigur Guðrun Sólja. Hon lýsir fløguna sum ein blanding millum pop og rock.
Guðrun dylur ikki fyri, at hon er sera væl nøgd við lívið beint nú. Hon hevur sera nógv um at vera, men tað nervar hana ikki stórvegis. Hon livir eitt spennandi lív við nógvum avbjóðingum hvønn dag.
Lættur tónleikur
Hetta er lættur tónleikur, sum fellur væl í oyrað. Tó eru løgini sera ymisk og fjølbroytt. Alt frá balladum til James-Bond-tónleik, sum Guðrun sjálv tekur til. Glaður tónleikur, sum vísir nógvar ymsar kenslur og hugløg.
Tað er stóra plátufelagið Universal, sum gevur fløguna hjá Guðrun út, og tað var ein av vinningunum í Stjerne for en aften, sum danska sjónvarpsrásin DR skipaði fyri.
Guðrun vann finaluna í Forum, sum eisini varð varpað út til meira enn eina millión hyggjarar í Danmark.
Ein nógv umbiðin genta
Upptøkurnar til fløguna vóru lidnar fyri einum mánaði síðan, men Guðrun hevur tó havt sera nógv um at vera hesa tíðina.
Hon hevur staðið ógvuliga nógv á palli í summar, tí at fleiri konsertir hava verið á skránni. Eisini hava fjølmiðlar verið sera grammir eftir at fáa orðið á Guðruna.
? Nú fløgan kom út havi eg verið sera nógv upptikin við at tosa við fjølmiðlar, sigur hon. Eg havi annars ikki tosað so nógv við fjølmiðlar seinastu tíðina, síðan eg vann kappingina.
Mánadagin, sama dag sum fløgan kom út, sat Guðrun í Tivoli í Keypmannahavn frá á middegi til nátturðatíð og tosaði við nøkur av teimum donsku bløðunum.
Teirra millum vóru Billed Bladet, Ekstrablaðið, Ude og Hjemme og Se & Hør. Harumframt hevur B.T. gjørt eina stóra grein um Guðrun fyri nøkrum døgum síðani. Ikki kann sigast annað enn at hon er ein nógv umbiðin genta í hesum døgum, og flestu danir munnu nú kenna snýðið hjá Guðrun,
Størri møguleikar í Danmark
Eingin ivi er um, at møguleikarnir fyri at gera seg galdandi innan tónleikaheimin eru størri í Danmark enn í Føroyum. Hetta ásannar Guðrun, men enn hevur hon ikki tikið støðu til, um hon fer at fáa sær fasta bústað í Danmark.
? Møguleikarnir fyri at koma víðari eru nógv størri her niðri enn heima í Føroyum, men enn havi eg so fasta adressu í Føroyum, sigur Guðrun, sum hevur verið nógv í Danmark seinastu tíðana.
Konsertirnar hava verið nógvar í tali, síðan Guðrun vann Stjerne for en aften, men tað var eisini ein av vinningunum í kappingini.
Hon hevur verið á bæði Langelands og Skanderborgs Festivalinum, og fyri framman standa nakrar slotskonsertir, sum vera komandi vikuskiftið. Tá skal hon vera við á tveimum útikonsertum, sum vera á Ledreborg slot leygardagin og sunnudagin.
Harumframt hevur hon verið við á fleiri Se & Hør konsertum, sum hava verið í summar. Tær eru tólv í tali, men nú eru bara tríggjar konsertir eftir. Fríggjakvøldið er Se & Hør konsert í Nysted, har Guðrun eisini skal á pallin. Hesar konsertirnar hava fleiri kend donsk nøvn á plakatini so sum Peter Belli, Keld og Hilda Heick, Søs Fenger og Cargo.
Missir ikki fótafestið
Hóast Guðrun nú dagliga ferðast í tónleikaumhvørvinum, har hon møtir nógvum kendum fólki, og alt fongur við rúkandi ferð, so missir hon ikki fótafestið.
? Tað liggur ikki til mín at missa fótafestið, sigur Guðrun avgjørd. Eg eri fallin væl til í hesum umhvørvinum , og eg trívist væl í Danmark. Tað ræður um at slappa av og njóta tað, sigur Guðrun.
? Eg havi fólk kring meg, sum hava bæði beinini á jørðini, og tí fari eg heldur ikki á flog.
Tað hevur av sonnum verið ein stór kollvelting í lívi hennara. Um hugsað verður hálvt ár aftur í tíðina, var hon ein ókend genta av Tvøroyri, sum gekk í 3. s í studentaskúlanum í Vági.
? Eg hevði als ikki hetta í huganum, tá eg meldaði meg til kappingina. Eg havi altíð viljað sungið, og tað sleppi eg nú, sigur Guðrun Sólja.
Góðar tónasmiðir
Tað eru teir tríggir Joakim Pederser, ið var kapellmeistari í Stjerne for en aften, Chief 1, sum var dómari í somu kapping og Jesper Winge Leisner, sum er ein royndur tónasmiður, ið hava gjørt løgini og tekstirnar til fløguna. Guðrun hevur sjálv verið við til at gera tvey av løgunum á fløguni.
? Hendan fløgan er skrivað til mín, slær Guðrun fast, og hon fegnast stórliga um úrslitið.
Um eina viku koma tey fyrstu sølutølini inn á borðið hjá hennara manager, og tá verður spennandi síggja, hvussu fløgan selur.