Fyrr í dag vann Fleyr bólk 2 í steypakappingini hjá kvinnum við einum 3-0 sigri á KÍF í Kollafirði. Fleyr vann settini 25-21, 25-17 og 25-19.
Fleyr vinnur bólk 2 við seks stigum. Nummar tvey er Mjølnir við trimum stigum og aftast er KÍF við ongum stigi.
KÍF mátti vinna 3-0 á Fleyr fyri at koma víðari til hálvfinalurnar.
Guðrun L. Joensen hjá KÍF ásannar eisini, at tá fyrsta settið var tapt var einki at spæla fyri hjá KÍF longur, og tað merkti tey bæði seinnu settini: - Vit satsaðu alt uppá tað fyrsta settið, greiðir Guðrun frá.
Guðrun L. Joensen greiðir frá, at KÍF hevur eitt lutfalsliga nýtt lið, og er tí í einari menningartilgongd, men hon er bjartskygd um framtíðina, og heldur avgjørt, at KÍF hevur nakrar ungar evnaríkar spælarar, sum eru á veg.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi beinleiðis á Rás2 við Guðruna L. Joensen aftaná KÍF hevði tapt 0-3 ímóti Fleyr.