Guðrun hevur úr at gera

Guðrun Sólja Jacobsen hevur úr at gera í Danmark í summar. Hon hevur longu havt nógvar framførslur til summartiltøk kring Danmark, og fleiri spennandi uppgávur bíða fyri framman.

Leygarkvøldið skal Guðrun syngja í Åbenrå, og í næstu viku í Ålborg. Síðani koma framførslur á Nibe Festivalinum og til Sommerrock-tiltøk í Struer, Herning, Svendborg, Høng, Kolding og Aabenraa. Harafturat skal hon eisini syngja í Brønderslev og Nykøbing Mors.
Guðrun Sólja Jacobsen kom av álvara fram aftur í Danmark, tá ið seinasta kappingin um at gerast Stjørna í eitt kvøld var hildin á DR, og tá ið hon gav nýggja fløgu út fyrr í ár.