Hóast Guðrun Sólja Jacobsen kanska hevði eina hóming, so vardi tað hana neyvan, at sera stórfingin móttøka var fyriskipað, tá hon trein á land á Tvøroyri sunnukvøldið.
Høllin í Trongisvági var full av fólki. Hornorkestrið spældi og Suðuroyar Gospelkór sang.
Einki eyga turt
Guðrun er við í bæði hornorkestri og kóri, og hon sang ein sang saman við kórinum, Shine a Light. Veðrið gjørdi, at kórið ikki var fullmannað, men væl ljóðaði hjá Guðrun og kóri. Og so setti Jens Knudsen seg við klaverið og so sang Guðrun eisini lagið Promise Me, sum hon vann "Stjerne for en aften " við.
Og tárini rullaðu, bæði familjan hjá Guðruni, Guðrun sjálv og mong onnur hjástødd, fingu brúk fyri lummaklútinum, tí tárini runnu mongum á kinn, tá Guðrun sang.
Pauli Einarsson frá Tvøroyrar Býráð flutti fram røðu og handaði Guðruni blómutyssi. Og blómutyssini vóru fleiri hetta kvøld.
Bilsin og ferdigur poppsangari
Tað var ein bilsin Guðrun, sum kom innar í høllina og innkomin hevði hon bestan hug at venda útaftur, so rørd var hon.
Stutt takkaði Guðrun fyri alt hóvastakið, sum gjørt var burturúr. Hon segði seg ikki hava orð fyri tí, hon vildi siga. Men hon var móð, staðfesti hon: ferdig sum poppsangari, sum tikið verður til. Og vælvaldu orðini, sum tó neyvan passa, loystu upp fyri hugnaløtuni, sum síðani beyð uppá kaffi og køkur og prát við sangvinnaran og býarbarnið, sum eina løtu hevur sett Tvøroyri, Suðuroynna og Føroyar á heimliga partin av heimskortinum.