Guðrun Winther úr Klaksvík hevur 28. juni lokið kandidatspógv í lívfrøði við Århus Universitetshospital í Riskov.
Við støði í høvuðsuppgávuni, sum snúði seg um hvørja ávirkan strongd hevur á heilan, helt hon ein fyrilestur um hvønn týdning og ávirkan, tað, tú etur, hevur á hvørja leið, tunglyndi kann fara.
Guðrun Winther stóð kandidatsprógvið til eitt 12-tal og stendur henni nú í boði at granska við Århus Universitetshospital í Riskov, sum eisini er knýtt at Århus Universiteti.
Mynd: Dávur Winther