Guðrun er útbúgvin skrivstovukvinna, hon lærdi á Fútaskrivstovuni. Eftir at hon varð útlærd, arbeiddi hon eitt stutt skifti á Føroya Gjaldsstovu. Síðan hevur hon arbeitt á Fútaskrivstovuni.
Hon er ein av trúgvu B36 stuðlunum, og saman við manninum hevur hon eisini verið virkin innan áhugafelagið Føroya Ellisakfør.
Guðrun er gift við Heina á Borg úr Havn, farmaflutningsleiðara hjá Strandfaraskipum Landsins. Børnini eru: Høgni, f. í 1970, doyði 2. desember 2002, Marian f. 1975, Jákup, f. 1979, og Annika, f. 1988.
Guðrun verður burturstødd føðingardagin.