Guðrun bjóðar smakkiroyndir

Í januar mánaði gevur føroyska songkvinnan Guðrun Sólja Jacobsen sína næstu fløgu út í Danmark. Men longu nú ber til at hoyra brot burtur úr sangunum, sum eru at finna á nýggju fløguni

Á heimasíðuni hjá Guðrun Sólju Jacobsen ber til at taka partar av tónleikinum niður á telduna fyri at fáa eina hóming av, hvussu nýggja fløgan fer at ljóða.
Fløgan er framleidd av Poul Halberg og Stig Kreutzfeldt, sum báðir eru kendir menn í donskum tónleiki, og sum báðir eru kendir fyri at framleiða bleytan og melodiøsan popptónleik.

Kendir sangir
Nýggja útgávan hjá Guðrun kallast Wake Up, og á fløguni eru fyrst og fremst sangir, sum eru kendir frammanundan, men sum Guðrun hevur gjørt sína egnu útgávu av. Til dømis Imagine hjá John Lennon og Every Breath You Take hjá Police.
Áðrenn sjálv fløgan kemur út, verður ein stakfløgu sett til sølu, og hesi stakfløgu verður ein nýggjur sangur, sum Poul Halberg hevur skrivað. Sangurin, sum kallast Call For You, hevur potentiali at gerast hitt, og tað ber til at hoyra brot úr honum á heimasíðuni hjá Guðrun Sólju Jacobsen.
Nýggja fløgan kemur út 31. januar, men smakkiroyndirnar finnast á www.gudrun-jacobsen.com.

Enn einaferð stjørna
Danska blaðið BT skrivaði nú um dagarnar, at Danmarks Radio fer at hava ein nýggja kapping við Stjørnum í eitt kvøld, men at hesaferð verður kappingin broytt.
Ætlanin er, at kappingin í januar skal vera millum tey, sum eru kend frá undanfarnu kappingunum, og ein av teimum er sjálvandi Guðrun Sólja Jacobsen, vil BT verða við.
? Eg haldi, at tað kann verða spennandi at verða við aftur, samstundis sum eg kann heilsa upp á hinar luttakararnar aftur, sigur Guðrun Sólja við BT.
Sambært blaðnum skulu eisini James Sampson, postbðiði Kalle Brandt, læknin Thomas Stenberg, Jacob Andersen og Malene Mortensen verða við í kappingini.

Føroyska framleiðsla
Natasja Crone heldur fram sum vertur fyri kappingini, og DR sigur, at hetta verður seinastu ferð, at Stjørna í eitt kvøld verður á skránni.
Tað verður framleiðslufelagið Blu, sum føroyski Per Zachariasen er annar av høvuðsmonnunum aftanfyri, sum kemur at framleiða nýggju kappingina.