Húsini í Niels Finsensgøtu, sum Føroya Banki nú leigar til Tórshavnar Kommunu, eru nú karmur um virksemið hjá Guðrun & Guðrun. - Húsini hava fingið nýggjan búna, og nú eru húsini snotulig uttan og sera brúkilig innan. Umstøðurnar eru munandi betri, tí her kunnu vit hava verkstað á loftinum og handil í neðra, sigur ein fegin Guðrun Rógvadóttir.
Í tíðindasrkrivi sigur kommunan, at hon í samstarvi við Føroya Banka hevur umvælt húsini, so at hon kann leiga tey út til handilslívið fyri somu upphædd, sum tað kostar kommununi at leiga tey frá bankanum.
Hølið, sum P/f. Guðrun og Guðrun flutti úr, fer tó ikki at standa tómt leingi, tí longu leygardagin komandi flytur mótahandilin Lóa inn.
Nógv fólk vóru komin oman í handilin at ynskja teimum báðum Guðrun og Guðrun tillukku. Á myndini eru tað borgarstjórin og varðaborgarstjórin í Havn, sum ynskja tillukku við nýggju hølunum, sum teir vóna fer at geva havnarborgarum og ferðafólkum eitt gott og fjølbroytt tilboð.