Guðrum Sólja: Sigi altíð ja til eina avbjóðing

Guðrun Sólja Jacobsen er ein av songkvinnunum, sum sang við til konsertinar “Minnist tú enn” við Tórshavnar Big Bandi um vikuskiftið.

 

 

Guðrun Sólja er av Tvøroyri, og hevur trý ára sangútbúgving frá privatskúlanum Complete Vocal Institute í Keypmannahavn. Hon gjørdist navnfrom í Føroyum, tá hon í 2003 luttók í og vann donsku sangkappingina Stjerne for en aften, sum Danmarks Radio skipaði fyri. Fyri tveimum árum síðni flutti hon heimaftur til Føroya at búgva og nú undirvísir hon í sangi.

 

 

-Tað er ein onnur orka í einum slíkum bólki enn tað er í einum vanligum bólki, sigur hon um upplivingina við Big Band.

 

 

-Ljóðið er samansett á ein annan hátt: akkordirnar eru annarleiðis, tí tað er eitt swing band, og sangirnir eru langdir upp eftir tí, leggur hon afturat.

 

 

Tá Guðrun Sólja Jacobesn varð spurd, um hon vildi vera við til konsertina hjá Tórshavnar Big Band, segði hon ja við tað sama.

 

 

-Eg eri altíð við uppá slíkt, og tá eg verði spurd um eg vil vera við til slíkar konsertir ivist eg ongatíð. Um eg harafturat haldi, at tað er avbjóðandi so sigi eg altíð ja, tí ein avbjóðing er góð at fáa, sigur hon.