Songkvinnan Guðrið Hansdóttir fer mánadagin til Austin, Texas, har hon tvær tær næstu vikurnar fer at framføra og skriva sangir, saman við lokalum sangskrivarum í Austin. Tað er DJBFA (Danske sangskrivere og komponister), sum skipar fyri túrinum og eru tað Guðrið og danska songkvinnan Ane Trolle úr bólkinum JaConfetti, sum eru útvaldar at umboða Danmark. Projektið kallast The House Of Songs og er tað
sangskrivarin og produsarin Troy Campbell, sum skal leiða projektið.
Guðrið sær hendan møguleikan at sleppa til Austin at framføra og møta
øðrum sangskrivarum, sum ein stóran møguleika at fáa tónleik hennara
fram.
Guðrið og Ane Trolle fara at spæla Showcase´ir runt á spælistøðum í
Austin og fara teir eisini at framføra á lokalum útvarps og
sjónvarpsstøðum.