Guðrið stóra útgávukonsert

Í samband við at fløgan ?The Sky Is Opening? kemur út, fer Guðrið Hansdóttir at hava stóra útgávukonsert í Sjónleikarhúsinum 13. juni. Tónleikarnir sum verða við á pallinum teljast millum landsins bestu m.a. Mikael Blak (Teitur, 200), Leivur Thomsen (Terji og Føstufressar), Magnus Johannesen (Budam), Líggjas og Flóvin (Deja Vu), Rógvi á Rógvi (Budam), Berharður Wilkinson, Ólavur Olsen, Angelika Nielsen, Tóri Restorff og Ása Wraae (Budam).

 

Guðrið og bólkurin fara at framføra løg av fløguni. Heiðrik á Heygum hitar konsertina upp og fer at framføra løg av síni komandi útgávu við bólki.

 

Atgongumerki fáast í Mess skrivstovuni í Niels Finsensgøtu og í Expert í SMS.

 

Útgávukonsertin verður í Sjónleikarhúsinum 13. juni kl. 20.