Guðrið Hansdóttir fer leygarkvøldið at hava konsert í mentanarhúsinum Atlantis í Klaksvík. Hon fer at spæla væl umtóktu sangirnar hjá sær Guðrið Hansdóttir telist millum mest virdu tónleikanøvnini innan sonevnda singer/songwriter stílin í føroyska tónleikaumhvørvinum.
Higartil eru komnar tvær fløgur frá hennara hond, og báðar hava tær ljómað dúgliga í loftmiðlum um alt Føroya land.
Guðrið hevur við egnum sangtilfari vunnið sær viðurkenning frá eitt nú danska tíðarritinum Gaffa, og afturat føroyingum hava eisini íslendingar, danir, norðmenn og týskarar havt vitjan av evnaríku songkvinnuni.
Leygarkvøldið fer Guðrið Hansdóttir saman við bólki sínum á pall í mentanarhúsinum Atlantis. Konsertin byrjar kl. 21.00.










