Guðrið íslendskt idol

Guðrið Hansen av Argjum eru í løtuni at síggja í íslendsku útgávuni av sangkappingini Idol

Hetta við at føroyingar luttaka í tónleikakappingum uttanlands er vorðið alsamt meira vanligt. Tað hevur higartil mest verið leitað til Danmarkar, men 23 ára gamla Guðrið Hansen av Argjum roynir seg í hesum døgum í tónleikakappingini Idol í Íslandi.
Heili 1.400 fólk møttu upp til fyrstu upptøkuroyndina, og nú bert níti eru eftir, er føroyska Guðrið framvegis at finna millum luttakararnar.
Fleiri kenna óivað Idols sendingar hjá TV3, og talan er sum sama fyribrigdið ? bert á íslendskum. Hesar sendingar eru eisini í familju við eitt nú Popstars, sum danska TV2 hevur sent og sendir fyri fjórðu ferð í løtuni.
Heitið á kappingini sipar til støðuna sum tónleikastjørnur fáa sum fyrimyndir ella idol. Enn er Guðrið ikki vorðin fyrimynd fyri íslendingar, men tað kann hon gerast.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Tagnarskylda

- Eg kann einki siga.
Hetta eru fyrstu orðini hjá Guðrið Hansen í telefonini úr Reykjavík. Eins og líknandi kappingar hava luttakararnir fullkomna tagnarskyldu. Tað einasta Guðrið kann hjálpa okkum við eru almennir upplýsingar um kappingina.
- Upptøkurnar byrjaðu í august, og nú eru fimm partar sendir í sjónvarpinum. Síðsti parturin, har vinnarin verður kunngjørdur, verður sendur í januar, sigur Guðrið.
Sjálv hevur Guðrið ikki staðið so heilt nógv á palli í Føroyum. Hon hevur luttikið í Àrsins Songrødd og sungið í kórið, men vit hava ikki sæð nógv til hana sum frontfigur ella idol.
Um sjálva kappingina fær Guðrið ikki sagt okkum stórt annað.
Guðrið er forlovað við einum íslendingi. Hon er stutt síðani byrjað á pedagogskúla í Reykjavík, og hon hevur eisini arbeitt seinasta árið í Íslandi.
Foreldrini hjá Guðrið eru Hans Carl og Louisa Hansen. Pápin, Hans Carl, telist millum stinnastu gittarleikarnar í Føroyum og hevur verið við í nógvum bólkum.

 
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Góð undirtøka
Tað er íslendska sjónvarpsrásin Støð 2, sum sendir Idol í Íslandi. Konseptið eigur Fremantlemedia, sum hevur selt sendingarnar til nógv lond.
Palmi Gudmundsson er PR-Manager hjá Støð 2, og hann sigur, at Idol hevur víst seg at vera ótrúliga væl umtókt í Íslandi.
- Støð 2 er sjónvarpsrás, sum tú mást vera haldari fyri at síggja. Eitt sindur minni enn helvtin av øllum húsarhaldum í Íslandi síggja Støð 2, og ein máting vísti, at 83% av okkara hyggjarum og 53% av samlaðu hyggjarunum í Íslandi fylgja við í sendingunum longu nú, sigur Palmi Gudmundsson.
Hetta er størsta átakið hjá Støð 2 nakrantíð, og tey settu met við heili 1.400 til fyrstu upptøkuroyndina.
- Vit finna eina nýggja íslendska poppstjørnu, sigur Palmi, sum leggur afturat at ongar ætlanir eru um at fara út um Ísland at marknaðarføra komandi stjørnuna.
Sendingarnar verða sendar hvørt fríggjakvøld, og tann átjandi og síðsti parturin verður sendur 16. januar.
Palmi Gudmundsson sigur, at teir hava ikki loyvi til at senda teirra útgávu av Idol í Føroyum.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Royndir dómarar
Vinnarin av kappingini fær ein plátusáttmála við stóra íslendska plátufelagnum Skífan. Til at gera av, hvør skal gerast næsta idolið í Ìslandi hevur Støð 2 funnið tríggjar dómarar. Mest kendi dómarin er Bubbi Morthens. Hann hevur verið ein høvuðsmonnunum á íslendska tónleikapallinum í meiri enn tríati ár, og hann bæði búð eitt stutt skifti í Klaksvík og spælt fleiri ferðir í Føroyum.
Hinir dómararnir eru Sigga Beinteinsdóttir og Þorvaldur Bjarni Þorvaldsson. Sigga er víðagitin sangari í Íslandi, og Þorvaldur Bjarni telist millum fremstu tónleikaframleiðarar í Íslandi.
Fríggjadagin verður sætti partur av Idol sendir, og tá fæst at vita, um Guðrið framhaldandi verður við, tá hópurin av møguligum idolum verður skorin niður í 32.
Eisini ber til at fylgja við ymsum í sambandi við kappingina á www.stod2.is  við at klikkja á idol.