Guðrið og Teitur syngja í dómkirkjuni

Allan desember mánað hevur verið nógvur sangur og tónleikur í kirkjunum um alt landið: einstaklingar, kór og ymiskar tónleikarar hava sett serligan dám á í adventini við góðum sangi og tónleiki, og nú um jóla- og nýggjárshøgtíðina fara eisini ymisk kór at syngja við fjølbroyttum liði av tónleikarum.

Í sambandi við gudstænasturnar jólakvøld og nýggjarsaftan fara Guðrið Hansdóttir og Teitur Lassen at syngja og spæla í dómkirkjuni.

Jólakvøld kl.17.00 syngur Guðrið Hansdóttir nakrar kendar jólasaálmar, og nýggjársaftan kl.16.00 syngur Teitur Lassen sálmar og sangir, sum hann hevur yrkt og Oddfríður Marni Rasmussen hevur týtt til føroyskt.