Leygarkvøldið spælir Guðrið Hansdóttir eina intimkonsert á Skarv Guðrið hevur góða rødd, og hevur hon bergtikið allar Føroyar við fløguni ?Love is Dead?. Hon hevur verið at hoyrt í útvarpinum dagliga og hevur ligið nummar eitt á ?15 teimun bestu?, og konsertirnar hjá henni kring landið hava verið sera væl umtóktar. Konsertin við Guðrið byrjar kl 23, og hon fer at spæla framm til kl. 01. Hereftir fara Leikmenn á pallin, har teir fara at undirhalda fram til kl. 05.
Leikmenn eru mannaðir við Dagfinn Joensen úr Funningsfirði og Bjarti Dalheim úr Gøtu, báðir við gittara og sangi. Teir hava spælt saman í feiri ár, í millum annað bólkunum EGR2PLZ og Orkestriii har Vesturiii.
Leikmenn fara eisini at spæla fríggjakvøldið á Skarv