Guðrið og Heiðrikur á Norðuratlantsbryggjuni

Leygarkvøldið 2. februar fara føroysku stjørnurnar Guðrið Hansdóttir og Heiðrik á Heygum at framføra hvør sína intimu konsert á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn At Guðrið Hansdóttir vann Planet-heiðurin 2007 sum besta songkvinna, frammanfyri aðrar dugnaligar sangkvinnur, sigur nógv. Guðrið liggur eisini ovast á 15 teimum bestu. Guðrið hevur áður verið solistur á Norðuratlantsbryggjuni, men hesaferð verður tað við egnum bólki.

Men áðrenn Guðrið, fer sjálvur Heiðrikur á Heygum á pallin. Heiðrikur varð tilnevndur besti sangari á Planet Awards 2007 og liggur hann nú á triða plássið á 15 teimum bestu. Hetta er fyrstu ferð, Heiðrik á Heygum upptraðkar á Norðuratlantsbryggjuni. Konsertin byrjar kl 20, og dyrnar lata upp kl 19:30. Atgongumerki fáast beinleiðis á www.politikenbillet.dk/nordatlanten