Guðrið og Høgni á Copenhagen Songwriter Festival

Guðrið Hansdóttir og Høgni Lisberg eru millum 100 nøvnini, ið verða við í Copenhagen Songwriter Festival um vikuskiftið Í vikuskiftinum verður stórur tónleikafestivalur hildin Í Keypmannahavn, har sangskrivarir úr øllum heiminum fara at framføra.

 

Hetta er fyrstu ferð at skipað verður fyri tílíkum festivali í Danmark og er endamálið at varpa ljós á danskar og altjóða sangskrivarar.

 

Millum tey 100 nøvnini sum fara at framføra eru kend nøvn sum Jonatha Brooke (US), Annika Aakjær (DK) Sascha Dupont (Dk) Angu (GL), Tobias Trier (DK) og okkara egnu Guðrið Hansdóttir og Høgni Lisberg.

 

Festivalurin verður hildin á spælistaðnum Råhuset á Vesterbro 21-23. august.