FLOGBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Tá oyggjaleikir vóru á Rhodos fyri tveimum árum síðani, var Guðrið Syderbø við sum áskoðari, tí ta ferðina var hon ikki funnin at vera nóg góð til liðið. Men hesa ferð var hon við, og tá alt endaði seinnapartin leygardagin, rakk hon ikki bara tindin sum gullvinnari saman við øllum hinum á føroyska kvinnulandsliðnum.
Meðan bíðað var eftir, at heiðursmerkini skuldu handast, fóru tey undir at almannakunngera, hvørjir spælarar yvir alla kappingina høvdu verið teir bestu. Ikki so løgið, at Saaremaa átti fleiri teirra, tí ávegis til finaluna hevði Saaremaa víst sína styrki fleiri ferðir.
Men brádliga ljóðaði navnið Guðrið Syderbø í hátalaranum, og hon var ikki sein at leypa upp í loft og renna fram at taka ímóti heiðrinum. At hetta var nakað, hon ikki hevði væntað, sást langan veg, og tað viðgekk hon eisini aftaná.
– Jamen, hetta er bara heilt fantastiskt, tí eg hevði so slett ikki væntað hetta. Hetta er bara heilt ótrúligt, tí eg havi bara spælt libero í nakrar mánaðir, segði Guðrið í gleðisrúsinum, ið – um møguligt – gjørdist uppaftur størri, tí hon bara eina løtu frammanundan hevði verið við til at vunnið gullið.
Samanhaldið helt
Hinar á liðnum vóru heldur ikki seinar at fagna henni, og tað lýsti av teimum, at tær vóru fegnar hennara vegna og ernar av, at Føroyar eisini á All Star-liðnum kundu lýsa upp við einum umboði.
– At vit vinna gullið, er bara heilt fantastiskt, tí hetta er tað, vit hava arbeitt miðvíst fram ímóti við venjingum og landsdystum síðstu tríggjar mánaðirnar. Vit hava eitt øgiliga gott samanhald, og tað haldi eg, gjørdi munin, tá tað gekk ímóti fyrst í finaludystinum. Samanhaldið helt, tá alt sá út til at kiksa hjá okkum, og tí standa vit nú her við gullheiðursmerkinum um hálsin, segði Guðrið.
– Tá ringast stóð til eftir fyrsta sett og annað sett var byrjað so illa, fingu vit at vita frá venjarunum, at vit skuldu hugsa um teir góðu bóltarnar og um teir vunnu dystirnar, og tá blivu vit beinanvegin róligari. Nú eru vit bara so glaðar, og eg eri fantastiska glað fyri, at eg so oman á tað heila eisini var kosin besti libero. Hetta er fantastiskt!
MYNDATEKSTUR:
Guðrið Syderbø fekk ikki bara gullmerki leygardagin, men kundi eisini fegnast um at sleppa á All Star-liðið sum besti libero í flogbóltskappingini hjá kvinnum á Oyggjaleikunum í Álandi
Mynd: Álvur Haraldsen