Guðrið, Heiðrik og The Ghost

Trý lovandi nøvn fara at framføra og vísa teirra evnir leygarkvøldið kl. 20.00. Guðrið Hansdóttir, Heiðrik á Heygum og The Ghost fara at framføra í útvarpshøllini keygarkvødlið. Tey eru uttan iva millum tey mest áhugaverdu nøvnini í Føroyum í løtuni.

 

Guðrið Hansdóttir útgav sína fyrstu fløgu ?Love is Dead? fyri stuttum, og síðani hevur hon rættiliga gjørt vart við seg. Í tíðindaskrivi siga fyrireikararnir, at Guðrið er egin og hevur sín serstaka stíl, har hon syngur um forelskilsi, ósvaraðan kærleika og hjartasorg. Guðrið syngur sera kensluliga og sannførandi. Við sær hevur hon bólk sín, sum er mannaður av kendum tónleikarum her í Føroyum, Líggjas Olsen (Dejavu)Sakaris Joensen (Lama Sea) Andreas Dalsgaard (The Story Ends) og Benjamin Petersen.

 

Evnaríki Heiðrik á Heygum verður eisini at hoyra hetta kvøldið. Hann gav týsdagin fyrstu fløgu sína út ?An Invisible Gun ?. Tað má sigast at Heiðrik er eitt sera spennandi nøvnum í løtuni og er eitt frískligt og nýskapandi lot innan føroyska tónleikaheimin. Heiðrik´sa tónleikur er ein blandingur millum akkustiskan og elektroniskan tónleik. Við sær hevur hann dugnalig

fólk sum Jón Klæmint Hoffgaard, Heiðrun Petersen og Tóra Restorff.

 

The Ghost spæla eina forvitnisliga blanding av elektropoppi og indie rokki. Væl stuðlaður av leitandi og minimalistisku tónunum hjá Urbanusi Olsen, syngur, stunar, andar og gneggjar Filip Mortensen seg upp á hæddir, einans fáir føroyskir sangarar megna. The Ghost hava eina lívrunna og kensluliga tilgongd til tónleikin.

Atgongumerkir eru at fáa í Kunningarstovuni í Havn.