Guðrið Hansdóttir skal fríggjakvøldið umboða Føroyar í einum tiltakið í Seattle, við heitinum Seattle Sister City Showcase Reykjavík Calling.
-Eg er boðin við til hendan festivalin at umboða Føroyar. Vit vera listafólk frá Føroyum, Íslandi og Grønlandi og vit skulu spæla konsert saman við listafólkum
frá Seattle. Konsertin verður fríggjakvøldið, og tað hevur verið sett stórt fokus á tiltakið í Seattle. Nógv fjølmiðlafólk verða til staðar og tað er kenda útvarpsrásin KEXP sum skipar fyri tiltakinum saman við Íslenska uttanríkisráðnum, greiður Guðrið Hansdóttir frá.
Guðrið Hansdóttir væntar sær nógv av tiltakinum, og av býnum Seattle.
-Eg vænti, tað verður ein stór uppliving at koma til Seattle, og eg havi ikki verið har fyrr. Men tað størsta fyri meg í hesum førinum er, at eg skal spæla konsert saman við Óløg Arnalds og Nive Nielsen, sigur Guðrið Hansdóttir.
Seattle er ein sera tónlistarligur býur, sum verður mettur sum býurin, har grunge tónleikur varð føddur. Tónlistarliga hevur býurin eisini stóran týdning fyri Guðrið Hansdóttir.
-Har eru ótrúliga nógvir góðir bólkar vorðnir til og beint nú er Fleet Foxes ein av mínum yndisbólkum og teir eru frá Seattle, sigur hon.
Guðrið vísir á, at tað er sera spennandi at spæla uttanfyri Føroyar. Partvíst tí, at áskoðarafjøldin er munandi størri, og tí møguleikarnir eru fleiri í talið.
Guðrið Hansdóttir verður í Seattle í fimm dagar, har hon skal spæla á sjálvum festivalinum umframt beinleiðis á KEXP útvarpsrásini.