Guðrið Hansdóttir hevur júst verið í nýggju upptøkuhølunum hjá Jónas Bloch og upptikið hennaru næstu fløgu ?The Sky Is Opening?. Fløgan skal miksast í Berlin av Michael Ilbert, sum m.a er kendur fyri at miksa útgávur hjá The Cardigans, A-ha og Roxette. Og í hesum sambandi fer Guðrið á lílta tónleikaferð í Berlin, har hon fer at framføra.
Fløgan kemur út fyrst í maj mánað, har navnframir tónleikarar sum m.a Mikael Blak, Leivur Thomsen, Magnus Johannesen, Flóvin E. Viderø, Líggjas Olsen, Derek Murphy, Ólavur Olsen o.fl. eru við. Nýggi tónleikurin hjá Guðrið er ein blanding av popp og fólkatónleiki og verður skjótt at hoyra á hennara myspace síðu.
Skrá: 28.03.09 art.gerecht, Berlin, 29.03.09 Le Petite Laboratoire, Berlin,
31.03 09 Intersoup, Berlin, 01.04.09 Schurkenkeller, Berlin, 02.04.09 Valentin Strubel, Berlin, og 05.04.09 Ph Caféen, Keypmannahavn.
www.myspace.com/gudridhansdottir









