Guðrið er framvegis nr. 1

Guðrið Hansdóttir liggur framvegis sum nr. 1 á 15 teimum bestu. Við nýggju fløguni ?Love is Dead? hevur Guðrið bergtikið allar Føroyar. Hon hevur verið at hoyrt í útvarpinum dagliga og konsertirnar hjá henni kring landið hava verið sera væl umtóktar.

Fyri tveimum vikum síðan kom Guðrið beinleiðis inn á 4. plássið á 15 teimum bestu listanum og eftir bert einari viku flutti hon upp á 1. plássið, har hon framvegis liggur.

 

Høgni Reistrup liggur framvegis sum nr. 2 á listanum, meðan Lena Andersen hevur tikið yvir 3. plássið frá Páll Finnur Páll við lagnum ?Who am I?.