Eg dugi í øllum førum ikki at síggja nakað sum helst kristiligt í hasum hernaðarligu tiltøkum, sum eru farin og enn fara fram í Miðeystri - heldur tvørtur ímóti.
Og so at síggja sovorðin lesarabræv frá blindum føroyskum - ja, enntá donskum - ísraelsviðhaldsfólki, sum hvørki vilja viðurkenna, at palestinsk øki verða hersett ella at palestinsk smábørn verða skotin? tað er mær enn meira undrunarvert. Minnir meg ikki sørt um hasar nýnasistarnar, sum ikki vilja viðurkenna, at Holocaust fór fram undir øðrum veraldarbardaga.
Er tað veruliga kristindómur, at summi fólk í einum landi verða útvald at vera so heilag, at tey kunna ganga runt og spæla Fandango, sum teimum lystir???
Er tað veruliga so, at tað finst ein gudur, sum setur næstrarkærleikan til viks, og ístaðinfyri gongur inn fyri tí ræðuleika, sum herjar millum ísraelsmenn og palestinar?
Um so er, eg eri í einum stórum dilemma - tí ein sovorðnan gud tími eg í øllum førum ikki at trúgva uppá longur.
Í síðsta enda er spurn-ingurin, um handa ísraels-samkenslan hevur nakað sum helst við kristindóm ella Guð at gera. Tað er vist bara ein góð umbering fyri at lata sín innara rasist sleppa leysan - í einum snøggum kristiligum hami - tí ein sovorðnan hava vit jú øll í búkinum, isje sannheit?










