Tað var 28 ára gamli íslendingurin IM Guðmundur Kjartansson, sum vann fyrstu Runavík Open kappingina í talvi.
Í kvøld handaði Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, á samkomu í Løkshøll fyri luttakarunum heiðurslønir til vinnaran og fleiri aðrar eisini. Tað smakkaði luttakarunum væl, tá ið borgarstjórin boðaði frá, at Runavík Open verður aftur í november í 2017, og at FM fyri einstaklingar í 2017 verður í Løkshøll í dymbildagavikuni.
Undan níggjunda umfari var IM Guðmundur Kjartansson eitt hálvt stig undan GM Johann Hjartarsyni og GM Miguel Munoz. Johann Hjartarson tapti ímóti GM Jakob Vang Glud, og tað endaði javnt millum GM Helga Dam Ziska og GM Miguel Munoz.
Harvið var tað greitt, at eingin fór at røkka IM Guðmundi Kjartansson, um hann vann eitt hálvt stig. Guðmundur var í sera tættari uppgerð ímóti FM Rógva Egilstoft Nielsen. Teir samdust um remis.
Hetta var ikki besta kappingin hjá GM Helga Dam Ziska. Hann hevði hægsta styrkistalið og endaði á fimta plássi. Næstbesti føroyingurin var FM Hans Kristian Simonsen, sum rakk eins stóra úrtøku og Helgi Dam Ziska. Eftir trilvandi byrjan, tá ið hann burtur úr fýra teimum fyrstu umførunum vann hálvt annað stig, gekk tað sum eftir ánni, tá ið Hans Kristian vann fýra og telvaði eitt remis.
Fjøruti luttakarar vóru í fyrstu Runavík Open.
Níggjunda umfar
IM Guðmundur Kjartansson (2438) - FM Rógvi Egilstoft Nielsen ½ - ½
GM Helgi Dam Ziska (2551) - GM Miguel Munoz (2457) ½ - ½
GM Jakob Vang Glud (2506) - GM Johann Hjartarson 1-0
FM Olaf Berg (2323) - IM Nikolaj Mikkelsen (2466) 0-1
IM Vladimir Hamitevici (2484) - FM Hans Kristian Simonsen 0-1
FM Vignir Vatnar Stefansson (2299) - IM Simon Bekker-Jensen ½ - ½
Ólavur Simonsen (2207) - GM Daniel Semcesen (2469) 0-1
GM Throstur Thorhallsson (2417) - Silas Eyðsteinsson (2066) 1-0
Thorvardur Olafsson (2182) - FM Jesper Søndergaard Thybo (2348) ½ - ½
IM John Rødgaard (2338) - Gauti Páll Jónsson (2036) 1-0
Heiðrikur T. Jacobsen (1979) - Loftur Baldvinsson 1-0
1 IM Guðmundur Kjartansson 7 stig.
2-3 GM Miguel Munoz og IM Nikolaj Mikkelsen 6 ½ stig.
4-7 GM Johann Hjartarson, GM Helgi Dam Ziska, GM Jakob Vang Glud og FM Hans Kristian Simonsen 6 stig.
8-13 GM Daniel Semcesen, IM Simon Bekker-Jensen, GM Throstur Thorhallsson, FM Rógvi Egilstoft Nielsen, FM Vignir Vatnar Stefansson og IM John Rødgaard 5 ½ stig.
14-19 Vladimir Hamitevici, Jesper Søndergaard Thybo, Thorvardur Olafsson, Olaf Berg, Ólavur Simonsen og Heiðrikur T. Jacobsen 5 stig.