Guðmundur Joensen, sum hevur kastað alla orkuna í venjing seinastu longu tíðina, og sum í løtuni fyrireikar seg til Lossaboa Ironman, framdi eitt satt bragd á súkkluni mánakvøldið. Hann sló nevniliga eitt 11 ára gamalt met hjá Johann Brend á 13 km langa teininum, sum føroyskir súkklarar javnan testa sína styrki á.
Gamla metið hjá Johann Brend var 18 minuttir og 22 sekund, meðan Guðmundur Joensen nú mánakvøldið súkklaði teinin við tíðini 17 minuttir og 58 sekund.
Heda er ein betring av metinum upp á heili 24 sekund og gav góða tíðin eina miðalferð á teininum beint undir 43 km/t.