Hestakjøt hevur verið í miðdeplinum í stórari europeiskari matvørugølu seinastu vikurnar. Høvuðsorsøkin hevur verið, at merking av liðugtrættum hevur verið misvísandi og ikki boðað frá, at hestakjøt hevur verið í lasanju og øðrum kjøtrættum.
Men í útgangsstøðuni er einki galið við hestakjøti, og onkrastaðni verður hestakjøt roknað sum besti matur. Moyr rossalundir ella saltað hestakjøt eru sannar delikatessur í eitt nú Íslandi, og tað eru eisini fólk í Føroyum, ið halda hestakjøt verða krás.
Í sendingini Hvonn Live, sum Rás2 sendir beinleiðis av Hvonn leygarkvøldið, verður tosað við fólkalívsfrøðing um, hví føroyingar ikki eta meira rossakjøt. Hví verða summi djór mannaføði og onnur ikki, verður spurt.
Góður matur
Kokkurin Guðmundur Guðmundsson, sum er ættaður úr Íslandi, men hevur verið búsitandi í Føroyum í nógv ár, fer eisini at gera nakrar rættir burtur úr rossakjøti í sendingini.
- Rossakjøt er framúr gott kjøt, og eg skilji ikki rættiliga, at føroyingar ikki meira av tí, sigur Guðmundur Guðmundsson, sum nógv fólk ivaleyst kenna frá sjónvarpssendingini Okkara kokkar. Seinastu árini hevur hann verið kokkur umborð á Fagrabergi eftir 25 ár sum kokkur á hotellum í Føroyum.
Sum ungur var Guðmundur Guðmundsson bóndadrongur nógv summur í Lítlu Grøv á Skagafirði.
- Bóndin hevði fleiri hundrað seyðir og 700 vill ross til at slakta. Rossini fóru út við seyðunum og vórðu rikin í rætt saman við seyðunum, greiðir Guðmundur Guðmundsson.
- Eg eri uppvaksin við at eta rossakjøt, og tað er framúr góður matur, sigur hann.
Í Hvonn Live leygarkvøldið fer Guðmundur at gera nakrar smakkiroyndir við rossalundum og saltaðum rossakjøti, sum fólk sleppa at royna.
Hvonn Live verður at hoyra á Rás2 frá kl. 19.00 leygarkvøldið.