Guðmundur góða tíð

Guðmundur Joensen fekk eina góða tíð á hálva Iron­man-teininum í kapping leygar­dagin í Lissabon í Portu­gal, har tað bleiv til eitt flott fimtapláss av til­samans um 100 sterkum kapp­ingar­neytum.
Hálvi Ironman-teinurin er 1,9 kilometra svimjing á sjónum, 90 kilometra súkk­ling og 21,1 kilometra renn­ing.
Guðmundur kom saman við trimum øðrum fyrstur úr sjónum, og legði hann seg á eitt triðja pláss í súkklingini, til eitt tekniskt brek hendi við súkkluni. Tí mátti hann steðga og fáa súkkluna í ordan aftur.
Tað eydnaðist honum tó aftur at stríða seg fram mill­um teir fremstu, og hann kom sum fimti maður í gongd við renningina, og helt hann hetta plássið allan vegin á mál.
Hóast hitin var nógvur, tóktist tað ikki darva Guðmund stórvegis, og hann fekk eina avbera góða tíð, sum lá um fýra tímar, tveir min­uttir og 40 sekund.