Guðmundur fjórðbestur í Portugal

Guðmundur Joensen gjørdi seinasta vikuskiftið um seg við at seta nýtt føroyskt met á 13km-teininum í súkkling, og nú um vikuskiftið gjørdi hann aftur um seg – hesaferð í stórari triathlon-kapping í Portugal; eisini kallað ½ Ironman, sum fevnirum 1,9 km svimjing á sjónum, 90 km súkkling og 21,1 km renning.

 

Hann luttók í Lisbon International Triathlon, har hann við tíðini 4:07:08 gjørdist nummar fýra út av øllum teimum 457 luttakarunum.

 

Kappingin byrjaði í góðveðri longu kl.8 á morgni í portugisiska høvuðsstaðnum. Tað sást beinanvegin, at Guðmundur vildi kappast og lá hann í fremsta feltinum allan teinin. Lagt varð út við at svimja, og her vann Guðmundur sær eitt triðja pláss, sum hann eisini vardi allan súkkluteinin. Hann súkklaði væl henda dagin og hevði eina miðalferð omanfyri 40 km/t.

 

Í renningini mótvegis málinum stríddist Guðmundur í omanfyri 20 hitastigum, men hann helt eitt gott støði og kom á mál á fjórða plássi við tíðini 4:07:08. Hann endaði fimm minuttir og 47 sekund aftanfyri vinnaran, sum gjørdist José Estrangeiro úr Portugal.

 

Hetta var fyrsta triathlon-kappingin hjá Guðmundi Joensen í ár og skuldi lunnar nú verið lagdir undir góðum úrslitum í framtíðini.