Guðmundur Joensen hevur vant hart seinastu tíðina og eina viku undan hesi kappingini megnaði hann at seta met á 13km-teininum í súkkling her heima, og við tíðini 17 minuttir og 58 sekund sló hann somuleiðis 11 ára gamla metið hjá Johann Brend.
Í Lisbon International Triathlon varð sum vera man lagt út við at svimja, og tann teinin nýtti Guðmundur 25 minuttir og 20 sekund uppá. Á súkkluni nýtti hann 2:13:48, meðan hann rann seinasta teinin við tíðini 1:24:28. Hetta gav samlaðu tíðina 4:07:08, og endaði hann harvið fimm minuttir og 47 sekund aftanfyri vinnaran, sum gjørdist José Estrangeiro úr Portugal.










