Guðmundur Joensen vann við einum sekundi á Torkil Veyhe í endaspurtinum, tá fyrsti teinurin í ársins útgávu av Effo Kring Føroyar var súkklaður í kvøld úr Sørvági til Runavíkar, og á triðja plássi kom hálvi tvøramaðurin, Rogve Grønlund Larsen. Vinnandi tíðin hjá Guðmundi á 80 kilometra teininum var 2.10,55 tímar.
Hini súkklaðu úr Kollafirði til Runavíkar, sum er umleið 50 kilometrar. Í masterbólkinum vann Finnur Mellemgaard framman fyri Evald Rasmussen og Aksel Haraldsen. Hjá kvinnunum vann Elsa Berg, og hjá teimum ungu vann Tummas Óli Olsen framman fyri Bartal Dam Gregoriussen og Paula Jacobsen.
Fyrrapartin í morgin klokkan 10 verður hildið fram í Suðuroynni, tá súkklað verður av Tvøroyri til Vágs, umvegis bæði Fámjin, Hovsegg og Lopra. Masters, kvinnur og unglingar súkkla tó ikki til Fámjin, men fylgja annars rutuni hjá monnunum.
Sunnumorgunin klokkan níggju verður ein einkultstartur í Havnini, sum byrjar og endar á Vaglinum, og seinnapartin sunnudagin klokkan hálvgum seks verður seinasti teinurin, sum eisini verður súkklaður í Havnini. Tá er talan um ein 37 kilometra langan tein við býarsúkkling, sum byrjar og endar við Effo-støðina í Gundadali.